Umvæla bilin meðan eigarin er uttanlands

Hugskotið til hesa tænastuna kom eftir ein fyrispurning frá einum kunda. Teir á bilverkstaðnum Mylluni í Miðvági sóu ein fíggjarligan møguleika í hesum og bjóða nú fram hesa tænastuna.

Miðvágur: Fyrr frættist um føroyingar, sum plagdu at senda bilar sínar á verkstøð í Danmark, samstundis sum teir hildu summarfrí í heitari londum.
Á henda hátt kundu teir fáa tvey fyri eitt: Fáa eina góða ferð uttanlands, og koma aftur til ein nýumvældan ella nýsproytaðan bil. Ein bil sum var klárur at fara aftur á teir føroysku vegirnar at koyra.
Onkur hevur kanska undrað seg yvir, hví hesin møguleikin ikki er til í Føroyum. Og onkur hevur kanska eisini hugsað um at gera nakað við hetta málið.
Tað vóru tó nakrir, sum fingu hugskotið og settu tað í verk: Menninir aftanfyri bilverkstaðið hjá Mylluni í Miðvági.
Teir byrjaðu við hesi tænastuni í summar, og longu nú hava teir havt fleiri bilar til umvælingar hjá fólki, sum eru farin uttanlands.

Tænasta
Í roynd og veru kom hugskotið til hesa tænastuna uttanífrá.
Jógvan Pauli Joensen, sum starvast við hesum bilumvælingunum sigur, at hugskotið kom "úr teirri bláu luft", sum hann tekur til.
- Tað ringdi ein maður higar á bilverkstaðið. Viðkomandi spurdi, um tað bar til at fáa bilin umvældan, meðan hann var uttanlands í summarfrí.
- Hesa tænastuna vildu vit sjálvandi veita honum, og soleiðis byrjaði tað, sigur hann við Sosialin.
Hann sigur, at teir við hesum fyrispurninginum byrjaðu at síggja nakrar møguleikar. Og tí avgjørdu teir at lýsa við hesi tænastuni.

Aftur á sama stað
Nú, teir eru farnir undir hesa tænastuna, so kunnu teir staðfesta at fleiri hava gjørt brúk av hesi tænastuni.
- Tað eru fleiri sum benytta sær kjansin, meðan teir eru uttanlands, sigur Jógvan Pauli Joensen.
Henda dagin vit vitjaðu á verkstaðnum arbeiddi eisini ein annar maður saman við honum, - Peter Krogh.
Skipanin hjá bilverkstaðnum er hon, at fólk biðja um tíð, og fara so á flogvøllin við bilinum.
Her verður bilurin settur inn á økið fyri langtíðar parkering. Og tá eigarin er farin av landinum, koma teir frá bilverkstaðnum eftir bilinum.
Tá so umvælingin er liðug, verður bilurin settur aftur á sama stað. Á henda hátt leggur eigarin als ikki merki til, at bilurin hevur verið á verkstaði.

Fleiri økir
Júst hetta at umvæla bilar fyri minni og størri brek er ikki einans tað, sum hetta bilverkstaðið higartil hevur verið kent fyri.
Teirr serøki hevur verið og er at umvæla dynamoir og startarar á bilum, men eisini tá talan er um útróðrarbátar.
Kundar teirra eru úr Vágum, men koma eisini aðrastaðni frá  úr Havn, Vestmanna, Sandoynni og úr Kollafirði.
Verkstaðið verður annars eisini brúkt í samband við sýn av bilum.