Sjáldan hevur føroyskur filmur fingið so nógva umrøðu, áðrenn hann er framleiddur, sum filmurin Sæla hevur fingið.
Filmurin var í miðdeplinum, tá ið Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, noktaði fyri, at filmurin skuldi fáa stuðul, hóast ráðgevarar mælti til tað. Hetta skapti nógv kjak.
Nú er filmurin gjørdur, og í kvøld verður Sæla frumsýndur í Norðurlandahúsinum í Havn.
Sæla snýr seg um kynsligan tørv og sambond. Tá Rebekka og Jákup eru saman, fara tey útum mørk. Vinkona ákærir Jákup fyri neyðtøku, men Rebekka vil ikki lurta. Hon hugsar bara um at linna egna pínu. Spakuliga fatar hon, hvat veruliga er hent.
Sæla lýsir evni, ið er tabu, og sum ikk áður er viðgjørt á skrift ella í filmi herheima. Fólkini handan filmin vóna, at Sæla fer at skapa alment kjak um trupulleika, sum eingin tosar um.
Filmurin er 25 minuttir til longdar og hevur 15 ára aldursmark. Leikarar eru Bjørk Búadóttir Tórgarð, Ebba Malena Debess Thomsen og Edvin H. Niclasen.