Tað er steðgur um at kalla allan fótbóltsheimin, men í Norðuronglandi eru samráðingar millum Mike Ashley, sum hevur átt Newcastle United í 13 ár, og prinsin úr Saudiarabia, Mohammed bin Salman. Umstríddi prinsurin ætlar at keypa felagið, skrivar millum annað Dailymail.
Mohammed bin Salman er sætti sonurin av 25 hjá Salman bin Abdulaziz Al Saud kongi í Saudiarabia, men Mohammed bin Salman er fyrsti arvingurin til kongastólin. Hann umsitur fleiri av týdningarmiklastu málsøkjunum í Saudiarabia og familjan hevur verið fyri ákærum, eftir at landsmaðurin og tíðindamaðurin, Jamal Khashoggi, bleiv dripin í sendistovuni hjá Saudiarabia í Turkalandi í 2018.
##med2##
Saudiarabia og Mohammed bin Salman hava seinastu tíðina gjørt innrás í ítróttarheiminum, har fyrimyndirnar eru Katar og Abu Dhabi, sum hava gjørt stórar íløgur í ítróttarheimin. Eitt nú verður HM í 2022 í Katar, meðan kongafamiljan í Abu Dhabi eigur eitt nú fótbóltsfeløgini Manchester City, New York City og Melbourne City.
Saudiarabia er eisini farið í holt við at byggja stór ítróttaranlegg, sum vit eisini síggja í Katar og Abu Dhabi. Fyri kortum var stóri returboksidysturin millum Anthony Joshua og Andy Ruiz Jr í høvðusstaðnum, Riyadh.
##med3##
Mike Ashley hevur fleiri ferðir verið holt við at selja Newcastle, har hann er illa lýddur millum viðhaldsfólkini. Bretskir miðlar skriva at prísurin fyri Newcastle United liggur um 2,5 milliardir krónur. Í tí samanhangi kann nevnast, at Mohammed bin Salman persónliga er góður fyri áleið 20 milliardir krónur og kongafamiljan sigst vera góð fyri áleið 11 túsund milliardir krónur.