Sam Allardyce skal venja Everton komandi kappingarárini. Við sær tekur hann Sammy Lee sum hjálparvenjara. Fyrrverandi Leicester-venjarin, Craig Shakespeare, verður eisini partur av venjaratoyminum. Tað boðar SkySports frá í dag.
Seinasta starvið hjá Sam Allardyce var sum venjari hjá Crystal Palace, men hann segði upp í mai í ár.
Hann stóð eitt stutt skifti á odda fyri enska landsliðnum. 67 dagar, fyri at vera heilt neyvur. Á loyniligum upptøkum avdúkaði hann, hvussu ein kundi snúgva sær rundan um enskar lógir í samband við keyp og sølu av spælarum. Hann stóð á odda hjá enska landsliðnum í ein dyst, ein 1-0 sigur móti Slovakia í HM-undankappingini.
Vónirnar vóru góðar til Everton undan kappingarársbyrjan og fleiri tosaðu um, hvussu góð innkeyp felagið hevði gjørt. Á vøllinum gekk tað tó ikki eftir vild, og fyri einum mánaði síðani gekk tað ikki longur.
Everton liggja á 17. plássi í Premier League, trý stig framman fyri Crystal Palace, sum liggja aftast. Teir spæla í kvøld á heimavølli móti West Ham, sum liggja á 18. plássi.










