Umstríddur kongur gestur hjá Elizabeth

Elizabeth bretadrotning hátíðarheldur í dag, at hon hevur verið drotning í 60 ár, og í tí sambandi eru ríkisleiðarar úr øllum heiminum komnir til London at halda dagin saman við henni.

Bretskir fjølmiðlar hava lagt til merkis, at spanska brotningin Sofia hevur sagt nei takk til innbjóðingina frá bretsku drotningini, og onkur vil vera við, at ósemja millum Bretland og Spania um Gibraltar skal vera orsøkin.

Men fjølmiðlarnir hava gjørt meiri burturúr, at kongurin í Bahrain, Hamad bin Isa al-Khalifa, er millum gestirnar hjá drotningini. Blaðið Daily Mail skrivar, at hansara luttøka fer uttan iva at fáa mannarættindafelagsskapir at mótmæla, tí stýrið hjá konginum fór harðliga fram ímóti mótmælisfólki, sum kravdu demokrati.

Tá William prinsur og Kate Middleton giftust tann 29. apríl í fjør, hevði krúnprinsurin í Bahrain fingið innbjóðingarkort. Men hann gav avboð nakrar fáar dagar undan brúdleypsdegnum, og tá varð sagt, at hann hevði valt at geva avboð fyri at sleppa undan mótmælum.

Eygleiðarar siga, at hetta kan hava verið frágreiðingin, tí vælvitandi keldur vilja vera við, at tað var krúnprinsurin, sum var maðurin aftan fyri ta hørðu framferðina ímóti mótmælisfólkinum.

Kongahúsið í Bahrain hevur ræðið á løgreglluni, herinum og trygdardeildunum.