Seinastu tíðina hevur islamkritikarin Rasmus Paludan øst og provokerað nógvar danskar borgarar í sínari roynd at breiða boðskapin hjá tilflytarafíggindasinnaða flokki sínum Stram Kurs, har hann er formaður.
Paludan hevur skipað fyri tiltøkum, har hann hevur greitt frá, hví hann metir, at alt, sum hevur við islam at gera, skal burtur úr eygsjón í danska samfelagnum. Saman við viðhaldsmonnum hevur hann kastað runt við Koranini, sum er heilaga bókin hjá muslimum, og kallað hetta eitt spæl. Hetta sokallaða spælið er ikki fallið í góða jørð hjá hvørki muslimum ella dønum, sum eru komnir at fregnast til uppstandilsini.
Rasmus Paludan hevur traðkað og sparkað Koranina framman fyri fólkunum, og hann hevur enntá sett eld á bókina. Fyri hetta er hann blivin kallaður bæði eitt og annað, og drápshóttanir eru blivnar gerandiskostur hjá honum.
##med2##
Her kastað tey við Koranini. Rasmus Paludan kallar spælið fyri "5-Koran". (Mynd: Liselotte Sabroe/Scanpix)
Spottaði svørt fólk á YouTube
Í dag hevur maðurin so fingið dóm í einum máli um nettupp rasismu. Dómurin snýr seg ikki um tiltøkini, hann hevur hildið í seinastuni, men um eina videoupptøku, hann legði út á YouTube í fjør.
Í upptøkuni æruskemmar og háðar hann ein bólk av afrikanarum uppá tað grovasta og tosaði um "nekarar í Suðurafrika". Hann tók upptøkuna av YouTube, tá hann stutt aftaná bleiv meldaður, og nú hevur hann altso fingið dóm fyri sína rasistisku gerð við brot á paragraf 266b. Hann hevur fingið 14 dagar treytaðan fongsulsdóm, og hann valdi at kæra dómin á staðnum.
Flokkurin Stram Kurs savnar undirskriftir til at stilla upp til komandi fólkatingsval. Málið er at seta forboð fyri islam í verk í Danmark.
##med3##
(Mynd: Søren Gylling)