Umstríddur dómur í Russlandi

Deyði russiski sakførarin, Sergej Magnitskij, er funnin sekur í skattasviki.

Magnitskij avdúkaði fyri fimm árum síðani eina innanhýsis mutursgølu hjá russisku skattamyndugleikunum, men endaði við sjálvur at verða skuldsettur fyri skattasvik og varð fongslaður.

Eitt ár seinni doyði Magnitskij í varðhaldinum, eftir at hann var blivin illa viðfarin og ikki hevði fingið ta læknahjálp, hann hevði rætt til og brúk fyri.

Í fjør hótti USA við at seta revsiatgerðir í verk ímóti russisku tænastumonnunm, sum skulu hava við deyða sakførarans at gera.

Russland svaraði við at blokera fyri øllum barnaættleiðingum úr Russlandi.