Fleiri vísa á, at bólkurin er ógvusligur og atfinningarsamur ímóti islam í sínum tekstum, og tí átti bólkurin ikki at verið tilnevndur til eina tónleikaheiðursløn. Tey, sum standa fyri tiltakinum, siga, at tað er ikki teirra uppgáva at meta um tekstirnar hjá bólkinum. Sangarin og sangskrivarin í Taake sigur, at bólkurin er ikki atfinningarsamur ímóti islam, men móti átrúnaði sum heild.