Umstríddi filmsmaðurin avhoyrdur

Løgreglan í Los Angeles hevur í morgun avhoyrt Nakoula Basseley Nakoula, sum hevur gjørt tann umstrídda filmin «Innocence of Muslims», sum hevur fingið øði í muslimar, tí filmurin háðar Muhammed profet.

-Alt fór friðarliga og siðiliga fram, og tað var ikki neyðugt við hondjørnum ella slíkum, sigur løgreglutalsmaðurin Steven Whitmore við Reuters.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at amerikanska løgreglan hevur við tann nú 55 ára gamla Nakoula Basseley Nakoula at gera. Fyri tveimum árum síðani varð hann dømdur 21 mánaðir í fongsul fyri fíggjarligan kriminalitet, og í 1997 fekk hann dóm fyri at hava arbeitt við ætlanum um at framleiða rúsevnið metamfetamin. Hann varð royndarleyslatin í fjør.

Nakoula Basseley Nakoula segði í gjár við eina amerikanska útvarpsstøð, sum sendir á arabiskum, at hann iðrar seg ikki um, at hann gjørdi filmin.