Filmurin Gylta Kumpassin byggir á skaldsøguna Norðlýsi, ið er fyrsti partur í virðislønta tríverkinum Myrkursins Frumevni. Tað er Philip Pulman, sum hevur skrivað bøkurnar.
Bókarøðin hevur verið umstrídd í millum annað Onglandi og USA, tí kristnir felagsskapir hava lagt Pullman undir at hava eina beinleiðis anti-kristna dagskrá við bókunum, og í einari samrøðu við Washington Post í 2001 er Pulman endurgivin fyri at siga:
- Eg royni at máa grundarlagið undan kristnu trúnnu.
Í somu samrøðu sigur Pullmann, at um hansara skaldskapur verður umstríddur, so kann tað hava størri sølu við sær.
- Men eg royni ikki bara at fornerma fólk. Eg haldi, at bøkurnar innihalda nøkur virði, sum eru týdningarmikil fyri meg, sigur Pullmann í samrøðuni við Washington Post.