Hóast fleiri av teimum stóru fronsku fakfeløgunum hava mótmælt uppskotinum, hevur undirhúsið í tjóðartinginum í París samtykt eina lóg, sum ger, at fransmenn skulu verða longri á arbeiðsmarknaðinum fyri at fáa pensjón.
87 tinglimir atkvøddu fyri uppskotinum og 20 ímóti. Serliga sosialistarnir hava mótmælt uppskotinum, sum teir siga vera tað grovasta álopið á franska vælferðarsamfelagið í mong ár.
Sum er gevast flestu fransmenn at arbeiða, tá teir eru um 60 ára aldur, men nýggja lógin krevur, at teir skulu verða longri á arbeiðsmarknaðinum fyri at fáa somu pensjón sum nú. Stjórnin sigur, at broytingin er neyðug fyri at fíggja tær altsamt veksandi pensjónsútreiðslurnar. Somu tankar eru frammi í Týsklandi og Italia.