Vil ein gift kvinna í Afghanistan ikki nøkta tann kynsliga tørvin hjá manninum, kann hann nokta henni mat. Tað sigur ein lóg, sum er á veg Eitt lógaruppskot, sum í veruleikanum loyvir neyðtøku í hjúnarlagnum, varð herfyri tikið aftur í afghanska tjóðartinginum orsakað av altjóða trýsti, men nú kemur tað aftur í broyttum líki.
Nú sigur uppskotið, at sýtir ein kona fyri at nøkta tann kynsliga tørvin hjá manninum, kann maðurin nokta henni mat, til hon slakar.
Lógin er ætlað at galda tann shia-muslimska minnilutan í Afghanistan, og sambært Reuters bendir alt á, at hon verður samtykt í tjóðartinginum, hóast fleiri lond og altjóða felagsskapir hava mótmælt.
Eisini afghanskir kvinnufelagsskapir hava mótmælt uppskotinum.