Umstrídd kópaveiða byrjar aftur

Um nakrar dagar fara kanadiskir veiðimenn aftur at veiða kóp í St. Lawrence-flógvanum. Mótstøðufólkini hava fyrireikað seg

Kanadisku myndugleikarnir hava gjørt av at loyva veiðimonnunum at veiða 275.000 kópar í ár. Tað er 5.000 fleiri enn í fjør, men veiðimenninir eru als ikki nøgdir. Teir vilja hava nógv størri kvotu og vísa á, at kanadiski kópastovnurin er mettur til meiri enn fimm milliónir kópar.

 

Tey, sum eru ímóti kanadisku kópaveiðuni, eru harafturímóti í øðini inn á stjórnina, sum verður løgd undir at loyva tí, sum tey kalla heimsins størsta súgdjóraslátur. Fleiri djóraverndarfelagsskapir hava kravt, at Kanada skal banna kópaveiðini alt fyri eitt.

 

Summir teirra leggja veiðimenninar undir at drepa nósar við at sláa teir í høvdið, men tað avsanna kanadisku myndugleikarnir.

 

-Tað er misvísandi, tá felagsskapir almannakunngera myndir av monnum, sum sláa nósa. Tað bleiv bannað fyrst í áttatiárunum, og tað er heldur ikki rætt, tá sagt verður, at skinnið verður skrætt av kópinum, meðan hann er á lívi, sigur Loyola Sullivan, sum er kanadiskur sendiharri í tilfeingismálum.