Umstrídd bók um Madeleine McCann kemur út í Bretlandi

Fyrrverandi portugisiski løgreglumaðurin Goncalo Amaral ætlar, at bók hansara um ta horvnu gentuna skal koma út á enskum. Foreldrini hótta við at stevna

Í bókini "Maddie - sannleikin um lygnirnar" avdúkar Gonzalo Amaral nógvar smálutir frá rannsóknunum, sum portugisiska løgreglan gjørdi, eftir at Madeleine McCann hvarv í Portugal tann 3. mai í fjør. Bókin kom fyrst út á portugisiskum, men er seinni týdd til fleiri mál og er higartil seld í umleið 180.000 eintøkum.

Gonzalo Amaral skrivar í bókini, at hann er framvegis sannførdur um, at Madeleine McCann doyði av einari vanlukku í úbúðini, sum foreldur hennara høvdu leigað í Praia da Luz. Við bretska blaðið The Independent sigur hann seg vóna, at bretar, sum vilja hava sannleikan at vita, fara at lesa bókina, tá hon kemur út á enskum.

Foreldrini hjá Madeleine, Kate og Gerry McCann, hava umvegis talsmannin Clarence Mitchell boðað frá, at tey fara at leggja sak ímóti høvundinum, so skjótt bókin kemur út í Bretlandi.

Portugisiska forlagið, sum hevur útgávurættindini til bókina, sigur, at bókin er longu týdd til enskt, og at samráðingar eru við eitt bretskt forlag um at geva bókina út í Bretlandi. Sambært portugisiska forlagnum hava fleiri bretsk forløg víst bókini áhuga.

Gonzalo Amaral sigur seg eisini hava fingið stuðul úr Bretlandi.

-Tað vóru mong, sum settu seg í samband við meg, tá eg Madeleine-málið bleiv tikið frá mær.Eisini fólk í Bretlandi styðjaðu meg, sigur hann við The Independent.