Umstøðurnar vera framúr góðar langt fram í tíðina

Tá ið alt tað er liðugt, sum nú er í gerð, eru umstøðurnar so góðar, sum nakrastaðni, sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda Kommunu

Tá ið nýggi skúlin, og ítróttarhøllin, eru liðug, eru umstøðurnar í Sunda Kommunu so góðar sum nakrastaðni.

Tað heldur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Runavík.

Skúlin og ítróttarhøllin verða liðug í august næsta ár, tá ið skúlarnir byrja aftur eftir summarferiuna.

Skúlin er ein felagsskúli fyri allar bygdirnar í kommununi, og ítróttarhøllin er sum ein vanlig ítróttarhøll í Føroyum til støddar, sum eisini kann hýsa landskappingardystum í hondbólti, flogbólti, og øðrum ítróttargreinum.

Hon hevur eisini sitipláss til 360 áskoðarar, men aftan fyri ovastu rekkjuna av benkrum er gott pláss, og tað er innrættað soleiðis, at eisini áskoðarar, sum sita í koyristóli fáa ótarnaða atgongd til høllina.

Samstundis er bæði fimleikarhøll og svimjihøll í tí gamla skúlanum.

– Skúlin og ítróttarhøllin fara at nøkta tørvin hjá kommununi nógv ár f fram, so tá ið tað er liðugt, hava vit rættiliga góðar umstøður, bæði til skúla og frítíðarítriv, leggur borgarstjórin afturat.