Tíverri er tað ein sannroynd, at umstøðurnar hjá teimum, sum íðka ítrótt ikki standa mát við vøksturin í fólkatalinum og í tørvinum á ítróttarhallum. Talið av ítróttarhallum er ov lítið, og tað hevur við sær, at ov fáir tímar vera tøkir. Neyðugt er at betra umstøðurnar, og tí er tørvur á, at fara undir at byggja fleiri ítróttarhallir í høvuðsstaðnum.
Fleiri møguleikar eru
Umframt at byggja eina nýggja høll afturat verandi høll í Hoyvík, eiga møguleikarnir fyri at byggja eina nýggja høll í Gundadali – millum HB-húsið og B36-húsið at verða kannaðir nærri. Tað hevði bøtt um umstøðurnar at spæla fótbólt innandura og eisini fimleikur kundi fingið innivist í eini nýggjari høll har. Ein slík loysn hevði havt við sær fleiri áskoðarapláss, og tað hevði komið væl við, nú UEFA hevur góðkent Gundadal. Eisini eigur Tórshavnar Kommuna at viðgera átøk frá einstøku feløgunum við vælvild. Eitt nú hevur Neistin í fleiri ár arbeitt við ætlanum at byggja nýggja høll við Landavegin, og kommunan eigur at stuðla hesi ætlan. Umráðandi er, at framtakshugurin hjá feløgunum ikki verður køvdur, og at Tórshavnar Kommuna stuðlar undir átøk av slíkum slagið, sum eru mennandi fyri trivnaðin í høvuðsstaðnum.
Somu sømdir til øll ítróttaráhugað
Í kjalarvørrinum á betraðum hallarviðurskiftum eiga fíggjarligu umstøðurnar hjá ítróttarfeløgunum eisini at verða javnari stillaðar. Eins og tað er ókeypis hjá fótbóltsfeløgunum at nýta uttandura vallirnar, eigur tað eisini at vera ókeypis hjá ítróttarfeløgunum, sum íðka innandura ítrótt at nýta hallirnar í kommununi. Tað er eingin loyna, at tað peningaliga er ein avbjóðing hjá feløgunum at halda gongd í virkseminum, og uttan dyggan stuðul frá sponsorum hevði tað neyvan borið til. Tí er eisini umráðandi, at øll feløgini í kommununi fáa ágóðan av eitt nú inntøkugevandi lýsingum í hallunum og øðrum inntøkugevandi virksemi í hallunum.