Umstøðurnar hjá brekaðum batna

2009 fer at verða mint sum eitt gott ár fyri tey, ið bera brek. Í august varð ST-sáttmálin, sum skal tryggja einstaklingum, ið bera brek, somu rættindi sum onnur, settur í gildi. Arbeitt varð við sáttmálauppskotinum í umleið 20 ár, áðrenn londini kundu semjast um ein tekst, sum fevnir um øll tey átrokandi málini. Tað skrivar Ráðið fyri Brekað í tíðindaskrivi.

Ráðið fyri Brekað sigur víðari, at í desember var atkomukunngerðin sett í verk í Føroyum. Kunngerðin skal tryggja betri atkomu m.a. fyri tey, sum sita í koyristóli og tey, sum hava hoyribrek.

- Hetta merkir, at fleiri av kørmunum eru komnir upp á pláss. Men karmarnir í sjálvum sær betra ikki umstøðurnar uttan so, at teir fáa innihald. Og tí verður umráðandi støðugt at gera vart við tey viðurskifti, sum ikki eru komin upp á pláss, eitt nú at teksta føroyskar sendingar ísjónvarpinum, sigur Ráðið.

Víðari vísri Ráðið fyri Brekað á, at eitt annað av stóru avrikunum í 2009 er verkstaðið á Kambsdali, sum Dugni hevur staðið fyri.

- Eisini kunnu vit nevna, at í ár varð broyting gjørd í lógini um val til kirkjuráð, og nú er beinleiðis ásett, at atkoma skal vera fyri øll, tá valt verður. Harumframt hava vit í Public Service sáttmálanum millum Mentamálaráðið og Kringvarp Føroya eitt petti, sum er um viðurskifti hjá teimum, ið bera brek. So samanumtikið eru batar gjørdir í okkara samfelag, - tó at langt er enn á mál, til vit kunnu siga, at okkara samfelag er fyri ØLL, sigur Barbara á Tjaldrafløtti, forkvinna í Ráðnum fyri Brekað.