Umstøðurnar hjá bogaskjótingini ikki oyggjaleikaklárar

(SportBoxin) Formaðurin í Bogaskjótasambandinum, Eggaba Andreasen hevði ynskt sær munandi betri umstøður

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við formannin í Bogaskjótisamband Føroya, Eggaba Andreasen í sendingini SportBoxin á Rás2.

 

Viðvíkjandi innandura umstøðunum hjá bogaskjóting er tað bara í Miðvági, at umstøðurnar eru nøktandi, har Vágaskot hevur eina góða innandura høll. Umstøðurnar hjá bogaskjótingini í Havn og í Runavík eru uppá lænta tíð. Tey halda til í fyribils hølum, og kunnu nær sum helst verða tveitt á dyr.

 

Uttandura umstøðurnar hjá bogaskjóting eru ógvuliga vánaligar. Bogaskjótararnir sleppa at læna onkur uttandura økir her og har til FM-kappingar og úttøkukappingar. Seinast uppi í Hoydølum, har luttakararnir máttu ganga og vassa uppundir miðju, og royna at standa á fótunum í einum runudýki. 

 

Slíkt eru umstøður, sum eru ógvuliga langt frá einum oyggjaleikastøði, tá hugsað verður um, at Føroyar ætla at hýsa oyggjaleikunum í 2023, staðfestir Eggaba Andreasen.