Umstøður ?men ikki ráð

Umsøkjaratalið til miðnámsútbúgvingar er voksið nógv seinastu árini, og nógv av teimum, sum fáa noktandi svar, eru egnað og lúka treytirnar. ? Vit hava ikki fíggjarliga orku, stðafestir Mads A. Winther

? Vit kunnu ikki seta nakað virksemi í gongd, sum vit ikki hava fingið fíggjarliga játtan til. Tað sigur seg sjálvt, staðfestir Mads A. Winther.
Hann sigur, at studentaskúlin plagar at taka so nógvar flokkar inn til 1.s, sum tað fara úr 3.s. Men í ár verður tó eitt undantak.
? Vit plaga at hava 26 flokkar. Men eftir summarferiuna verður ein 3. flokkur tikin burtur. Hann verður býttur í trý og lagdur saman við hinar flokkarnar. Vit hava sostatt umstøður til ein flokk afturat, men vit hava ikki fíggjarligu orkuna til tað, vísir Mads A. Winther á.
Rektarin í Hoydølum sigur, at tey seinastu árini hava merkt, at umsøkjaratalið er støðugt vaksandi. Men talið av næmingum, sum verða tiknir inn, hevur tó verið nøkulunda á sama støði.
? Tað var ein so stór øking á barnsburðatalinum mitt í fýrsunum og nøkur ár frameftir. Og tað merkist sjálvandi nøkur ár seinni á umsøkjaratølunum. Tey eru nú um 17 ára aldur, og skulu víðari eftir fólkaskúlan.

Myndatekstur:
Mads A. Winther, rektari í Hoydølum, staðfestir, at umstøðurnar til ein 1. s afturat eftir summarferiuna eru til staðar, men fíggjarlig orka er ikki til tess.

Savnsmynd