Seinasta leygarkvøld var árliga gallaveistlan hjá Team Rynkeby Føroyar hildin á Hotel Føroyum – við góðum mati, góðum undirhaldi og einastandandi tænastu, sum Rynkeby Føroyar súkklarar og hjálparfólk veittu.
Krabbameinsfelagið veit at siga, at kvøldið endaði við, at Tummas Láadal frá Hotel Føroyum handaði Team Rynkeby Føroyum innkomna peningin frá gallaveitsluni á 240.000 krónur.
Næstforkvinnan í Krabbameinsfelagnum, Sonja Nielsen, helt røðu á veitsluni, og røðan kann lesast í fullum orðaljóði um heimasíðuna www.krabbamein.fo
Í røðu síni reisti Sonja Nielsen spurningin, hvat øll, sum vóru við til galladøgurðan hetta kvøldið, hava til felags.
- Jú, endamálið er at savna pening inn til álvarsliga sjúk børn. Vælgerð er felagsnevnarin - at gera okkurt, sum gevur meining, at gera mun, hjálpa og veita umsorgan til treingjandi.
Sonja Nielsen helt fyri, at tað er íborðið okkum menniskju at hava umsorgan fyri okkara næsta - og at vera medmenniskjalig.
- Í hesum sambandi verið eg mint á etisku leiðreglurnar hjá sjúkrarøktarfrøðingum, ið lýsa tað grundarlag, sum allar handlingar í sjúkrarøktini skulu byggja á og sum her kunnu hjálpa mær at seta orð á tann felags anda, hugburð og mentan, sum er millum fólkið her.
Hon legði aftrat, at grundarlagið fyri øllum vælgerðandi handlingum er virðingin fyri lívinum og tignini, sum er í hvørjum einstøkum menniskja.