Fyrstu búfólkini fluttu inn í Umsorganarheimið Gloria í Klaksvík í gjár. Eftir drúgt og áhaldandi arbeiði í mong ár, varð endaliga samstarvsavtalan millum stigtakararnar, Almannaverkið og Klaksvíkar kommunu, gjørd beint fyri jól.
Sjálvsognarstovnurin Soli Deo Gloria eigur og rekur umsorganarheimið við rakstrarstuðli frá Klaksvíkar kommunu og Almannaverkinum, sum í 2018 hava játtað ávíkavist 1,8 og 2 milliónir krónur, upplýsir Klaksvíkar kommuna á heimasíðuni.
Heimið er til fólk, sum ikki megna at fasthalda einum føstum bústaði og sum hava víðfevnar trupulleikar av ymiskum slag, sigur Hallgerð Akurstein, stýrislimur.
Hon greiðir frá, at samkoman Soli Deo Gloria fyrr hevur upplivað ein tørv nærsamfelagnum og tikið sær av líknandi tørvum fyrr, men tá hevur ikki verið møguligt at søkja um stuðul til slíkt arbeiði.
– Í teimum førunum hava vit sent fólk til Havnar á Herbergið, um góð fólk ella familja ikki hava traðka til. Bæði nú og fyrr, tá vit hava arbeitt við hesi verkætlanini, so er komið fram, at hesi fólkini eins væl kundu búð á einum heimi í Klaksvík, tí fleiri eru jú her norðuri frá, sigur hon.
Hallgerð Akurstein sigur, at tey gleðast um, at áhugin fyri heiminum hevur verið stórur. Bæði tá søkt varð eftir starvsfólki til heimið, og eisini millum tey, ið ynskja at brúka tilboðið.










