Hetta hendir, eftir at Teistin hevur havt tekniskar trupulleikar, og fyri at fáa alla kabaluna hjá Strandferðsluni at ganga upp, varð neyðugt við ávísum umskipingum – í orðsins sanna týdningi.
Hóast nólsoyingar hava havt nógvar góðar løtur umborð á Rituni, og mangan baldrutan túr um Nólsoyarfjørð, tó uttan stórvegis avlýsingar, so eru tey eitt sindur ambivalent um hesa broytingarnar. Ritan er ella var góð, men tey hava so líðandi vant seg við Ternuna, og eru sera nøgd við hesa loysnina. Tey vilja tí treyðugt av við hesa ferjuna, sum bæði kann taka ferðafólk, bilar og teir stóru lastbilarnar.
Í eina tíð mugu tey kortini lata seg noyða við Rituna. Men tey gleða seg aftur, til Ternan fer at stevna inn í havnina í Nólsoy.