Umskipanir hjálptu

Tað var sjálvandi ein fegin Arnbjørn Danielsen, sum vit fingu orðið á eftir dystin í Gundadali.
Hóast spælið ikki hevði verið tað heilt stóra at reypa av, so fekk B36 trý stig, og tá talan so eisini gjørdist um ein trivaligan sigur, er einki at siga til, at smílini í skiftisrúminum vóru stór.
- Eg skal geva tær rætt í, at spælið ikki var tað heilt stóra í fyrra hálvleiki. Har hekk alt ov lítið saman hjá okkum, men eg haldi tó, at hetta betraðist eftir steðgin. Serliga tí vit við eini 4-4-2 fingu betri breidd í spælið, soleiðis at plássið at spæla á gjørdist betri.
Og so fáa tit eisini tvey skjót mál. Tey hjálpa væl eisini til?
- Sjálvandi. Tey hjálptu sera væl. Tað gav okkum beinanvegin meira frið á, men eg haldi eisini, at vit orkaðu betri enn teir. Tað kendis í øllum førum, sum fingu vit tað lættari, so hvørt sum dysturin leið, segði Arnbjørn Danielsen at enda.