Umsitingarleiðari hjá Løgmansskrivstovuni

Petur S. Simonsen, sum í 13 ár hevur verið leiðari á Landsmiðstøðini fyri Undirvísingaramboð, fer komandi ár í annað starv

 

Nøvn


Síðani Landsmiðstøðin fyri Undirvísingaramboð varð sett á stovn í 1987, hevur leiðarin á stovinum itið Petur S. Simonsen.

Innan stutta tíð fer Petur tó í annað starv. Hann er nú settur sum umsitingarleiðari hjá Løgmansskrivstovuni. Umsitingardeildin er ein tænastudeild hjá hinum deildunum á skrivstovuni, við ábyrgd fyri millum annað starvsfólka- og fíggjarviðurskiftum.


Ein varði at fara frá

Spurdur um tað nú er eitt lívsverk, sum hann fer frá, svarar Petur, at tað er kanska at gera í so nógv.

- Tað er tó einki at ivast í, at hetta er ein týðandi varði í starvstíð mínari, heldur hann.

- Tá eg varð settur í starv her fyri 13 árum síðani, kom eg so at siga til eitt skrivaraborð og ein stól, og síðandi havi eg verið við til at bygt stovnin upp. Í dag haldi eg meg kunna siga, at talan er um ein stovn, sum hevur fingið fótafesti í føroyskum undirvísingarverkinum, so tað er sjálvsagt, at hetta hevur nakað at siga fyri meg.


13 ár sum lærari

Petur er annars fuglfirðingur, og er 53 ára gamal.

Eftir at hava lokið studentsprógv í Danmark, varð hann í 1974 útbúgvin lærari.

Síðani starvaðist tvey ár á Venjingarskúlanum í Havn, áðrenn leiðin gekk til heimbygdina, har hann árini 1976-87 virkaði sum lærari. Í 1987 varð hann so settur sum leiðari á nýggja stovninum.

Meðan hann virkaði sum lærari, var hann eisini aktivur innan undirvísingaverkið í aðrar mátar.


Virkin innan ítrótt

Umframt at hava virka innan undirvísingarverkið, hevur Petur eisini verið sera virkin innan føroyska ítróttaheimin.

Sum aktivur var tað einamest hondbóltin, sum hann fekst við, men eisinu flog- og fótbóltur hava staðið ovarliga á skránni. Tað er tó kanska serliga eftir hetta, at navn hansara í størri mun hevur verið at hoyrt í ítróttahøpi.

Sum flogbólts- og serliga fótbóltsvenjari hevur hann í mong ár verið virkin innan fleiri ymisk ítróttafeløg, og enn hevur hann avgjørt ikki slept endanum í so máta. Hetta árið hevur hann sostatt virkað sum ungdómsvenjari hjá EB/Streymi. Hann hevur annars verið venjari hjá millum øðrum B36, HB, KÍ, ÍF og B68.

Petur er giftur Gunrið, og saman hava tey børnini, Marthu, Pavlu, Sigrun, Jens Sigurð og Leiv.

Eftir ætlan tekur hann við starvinum sum umsitingarleiðari á Løgmansskrivstovuni 1. apríl.