Teir lupu ikki framat, men tordu at seta eitt spurnartekin við, hvussu langt eigur at farast fram á hesm øki. Og tað er tað góð grund til. Líka so væl sum tað ber til at vísa á fiskifrøðingar, ið ikki trúgva uppá at veiðitrýstið hevur nakra ávirkan á stovnsrøktina, líka so væl ber tað til at vísa á fiskifrøðingar, ið ikki trúgva uppá at veiðitrýstið hevur nakra ávirkan á stovnsrøktina, líka so væl ber tað til at peika á økonomar, sum halda at grundarlagið undir víkaðari umsetiligheit, nevnliga økonomimodellini, ikki kunnu brúkast í umsiting av fiskarípolitikki.
Eg vóni, at í kjakinum, sum nú fer at taka seg upp í tinginum í sambandi við broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap, verður reistur fylgjandi spurningur: »Gongur einasta leiðin til eina lívfrøðiliga og burðardygga fiskivinnu gjøgnum fulla umsetiligheit av fiskirættindum?«
Eitt av sterkastu argumentunum fyri umsetiligum fiskidaga(kvotu)rættindum er, at tá rættindini koma undir skipað ognarviðurskifti, vil eigarin altíð løgga um hesi rættindi og royna at varðveita virði á teimum. M.a. við sjálvbodnari stovnsrøkt. Ein kundi so verið eitt sindur spískur og spurt, um stovnsrøkt er tað sum liggur norðmanninum Kjeld Inge Røkke fremst í huganum, tá hann umsitur og handlar við sínum fiskirættindum, ið umfata milliónir av tonsum.
Eisini vóni eg at spurningurin um umsetiligir fiskidagar er svarið fyri allan partin av flotanum, sum fiskar undir Føroyum, verður umrøddur. M.a. um ikki útróðrarflotin hjá okkum við sínum skapi og fiskaríinnsatsi er komin niður á eitt sjálvregulerandi støði
Sum limur í skipanarnevndini kann eg bert undrast á tær niðurstøðurnar, sum eru gjørdar, grundað á tilmælið og frágreiðingina. Bæði millum politikarar og pressuna. Eg haldi man hevur bara lisið tað, sum man vildi lesa. Avgerðin um niðurskurð passar meir inn í eina politiska samráðingarloysn, enn í arbeiðssetningin: at finna út av um fiskidagaskipanin er brúkbar ella ikki.
Chris Jan Michelsen,
800 Tvøroyri










