Umsóknin fer til Bruxelles fyrsta dagin

Við støði í samtyktini, sum Altingið gjørdi í gjár, fer íslendska stjórnin nú at orða eina formliga umsókn til ES um limaskap í samveldinum. Stjórnin ætlar at bera so mikið skjótt at, at umsóknin skal ætlandi handast uttanríkisráðharrunum hjá ES, tá teir hittast til fundar tann 27. juli

61 av teimum 63 limunum í Altinginum tóku lut í atklvøðugreiðsluni um at biðja ES um samráðingar um limaskap. Þorgerður Katrín Gunnarsdóttir, sum er næstformaður í Sjálfstæðisflokkinum, og Guðfriður Lilja Grétarsdóttir, sum er formaður í tingbólkinum hjá Vinstrafylkingini, greiddu ikki atkvøðu. Av teimum 61, sum greiddu atkvøðu, atkvøddu 33 fyri uppskotinum hjá stjórnini. 28 atkvøddu ímóti.

Frammanundan hevði Altingið felt eitt uppskot hjá tveimum limum í uttanríkisnevndini um at lata eina fólkaatkvøðu gera av, um Ísland yvirhøvur skal søkja um limaskap í ES. 30 tinglimir atkvøddu fyri hesum uppskotinum, men 32 atkvøddu ímóti, og tískil fall tað.

 

Søkja fyrsta dagin

Jóhanna Sigurðardóttir, forsætisráðharri, var sera fegin um, at Altingið hevði tikið undir við at søkja ES um limaskap, og hon kallaði atkvøðugreiðsluna søguliga. Hon segði eisini, at atkvøðugreiðslan var ein av teimum mest hugaligu, sum hon hevur verið við til í Altinginum, tí hon hevur so stóran týdning fyri landið, segði hon.

-Vit fara nú at handa formansskapinum í ES eina formliga umsókn fyrsta dagin, samstundis sum vit fara undir at fyrireika okkum til samráðingarnar, segði Jóhanna Sigurðardóttur aftan á atkvøðugreiðsluna í Altinginum. Hon legði afturat, at allir teir politisku flokkarnir og aðrir viðkomandi partar í samfelagnum verða bodnir við til fyrireikingarnar, og at almenningurin skal fáa allar upplýsingar, so hann kann taka støðu, tá fólkaatkvøða verður um samráðingarúrslitið.

 

Vónar nei

Teir gomlu íslendsku politikararnir eru líka ósamdir um ætlanina um ES-limaskap sum tey, sum í dag manna Altingið. Millum teirra, sum eru ímóti limaskapi í ES, er fyrrverandi forsætisráðharrin Steingrímur Hermannsson.

-Eg havi framvegis vónir um, at tjóðin fer at vraka tað, sum kemur burtur úr samráðingunum, segði hann í gjár.

Hann duldi ikki fyri, at hann er harðliga ímóti, at Ísland fer upp í ES, tí hann er sannførdur um, at limaskapurin fer ikki at gagna íslendingum, men heldur londunum inni á meginlandinum.

-Tað er harmiligt, at fólk leggja dent á annað enn tað neyðuga, sum er at bjarga teimum einstøku húsarhaldunum og vinnulívinum og at reisa hetta landið aftur eftir tey ovurstóru mistøk, sum eru gjørd undanfarin ár, segði Steingrímur Hermansson.