Umsóknarfreistin til at søkja inn á hægru lærustovnar í Danmark gjøgnum kvotu 1 nærkast. Freistin er hósdagin 5. juli klokkan 11:00 føroyska tíð.
5. juli klokkan 11:00 er eisini seinasta freist at broyta raðfestingarlistan og upploada fylgiskjøl.
Um tú ætlar at søkja inn og ikki hevur gjørt tað enn, er tað eitt gott hugskot at gera tað sum skjótast. Tað kann vera trupult at fáast við donsku upptøkuskipanina, Optagelse.dk, og tey ávara eisini móti kø á síðuni beint áðrenn freistina.
Svar kemur frá útbúgvingarstovnunum 28. juli.