Fiskimenn
Stjórin í ALS, Ernst Jacobsen, sigur, at tey hava fingið nakrar umsóknir frá fiskimonnum, sum hava søkt um arbeiðsloysisstuðul eftir nýggju broytingunum og kunngerðini um ”útgjald til fiskimenn, tá ið skip teirra verða løgd vegna umvælingar”.
- Vit hava fingið nakrar umsóknir í summar, og nú eru vit í holt við at gera eitt umsóknarblað, sum hevur tey tingini við, ið fiskimenn skulu fylla út, tá søkt verður um arbeiðsloysisstuðul.
Ernst vísir á, at tá ið umsóknarblaðið er liðugt, fer ALS at seta seg í samband við teir, sum hava søkt, soleiðis at teir beinanvegin fáa høvi at lata inn nýggja formularin, sum fer at liggja til grunds fyri umsóknini.
Hann sigur, at ALS eisini hevur verið í samband við Elektron, ið kemur at programmerað eina skipan, sum útgjaldið til fiskimenn skal útgjaldast eftir.
- Vit vænta eisini, at hetta arbeiði verður klárt í næstum, leggur hann aftrat.
Ernst Jacobsen sigur, at tey fara at leggja alla orku í, at fiskimenn, sum lúka treytirnar í broyttu lógini og kunngerðini um útgjald, koma inn í skipanina skjótast gjørligt.