Umsíðir vann Meryl Streep ein Oscar

Hóast vit øll kenna Meryl Streep og hennara nógvu framførslum gjøgnum árini, so hevur hon ikki vunnið ein Oscar síðan í 1982. Men í nátt vann hon ein Oscar.

 

Meryl Streep var ein av vinnarunum á ársins Oscar veitslu, sum var í Amerika i nátt.

 

Allar stjørnurnar úr Hollywood hittast hendan dagin at heiðra tey, sum hava gjørt okkurt serstakt í undanfarna filmsári.

 

Í ár gjørdist tað eitt nú Meryl Streep, sum vann ein Oscar, og tað gjørdi hon fyri sín leiklut í filminum Iron Lady, sum er ein filmur um bretska politikaran Margaret Thatcher. Filmurin gongur í hesum døgum í biografinum.

 

Billy Crystal var vertur fyri Oscar veitsluna, og tað hevur hann verið nýggju ferðir áður.

 

Filmurin hjá Martin Scorsese “Hugo” vann fimm Oscar heiðurslønir. Eisini fólkini handan “The Artist” fóru avstað við einari rúgvu av virðislønum.