Hví hevur ongin gjørt tað áður? Ein amerikonsk húsmóðir hevur funnið loysnina uppá væl kenda trupulleikan at draga tráðin uppá nálina.
Eftir at sjón og motorikkur hjá Pam Turner viknaðu, setti hon sær fyri at loysa vælkenda trupulleikin hjá teimum, sum dáma at brodera.
Úrslitið gjørdist nálin sum kallast ?spiraleyga-nálin? (sí mynd).
- Vit hava sent fólk til mánan, men eingin hevur uppfunnið eina ordiliga nál, - ikki fyrrenn nú, sigur Pam Turner.
Nálin kostar slakar 30 krónur.









