Tað var á Sundalagsstevnuni at Gongurólvur hekk fastur í startinum í 6-mannafarsróðrinum hjá monnum.
Siðvenja er, at í tílíkum førum verður róðurin skotin av, men so var ikki hesuferð. Gongurólvur misti nógvar bátslongdir framm til kappingarneytarnar, men dómarin læt ikki við seg koma, og róðurin helt á.
Eftir róðurin kærdi Gongurólvur avgerðina um at lata róðurins standa til Róðrarsamband Føroya, men kæran var ikki gingin á møti. Síðani var kært til dómsnevndina hjá Róðrarsambandinum, men hon staðfesti avgerðina hjá Róðrarsambandi Føroya.
Tí valdi Gongurólvur at senda kæruna til Ítróttadómstólin, sum nú hevur gjørt ein úrskurð.
Ítróttardómstólurin tekur til eftirtektar, at tað ikki er rætt at broyta avgerð dómarans í kapping. Tó metir Ítróttadómstólurin, at í hesum føri vigar aðalreglan um líka viðgerð meiri, tað vil siga, at tað, sum er eins skal viðgerast eins.
Ítróttadómstólurin staðfestir, at av tí, at startdómarin sá Gongurólv hanga eftir, og at vanlig siðvenja er at skjóta av, tá bátur hongur eftir, so eigur kæran hjá Gongurólvi at vera gingin á møti. Soleiðis er "sterk og long siðvenja" at gera í tílíkum førum.
Ítróttadómstólurin sendir tí málið aftur til Róðrarsambandið, ið skal taka støðu til, hvør fylgjan skal vera av, at róðurin hjá 6-mannaførum við monnum á Sundalagsstevnuni av órøttum ikki varð skotin av.
Við Norðlýsið sigur Jan Herman Hansen, formaður í RSF, at talan helst verður um umróður ella striking, men at hann má kunna seg við róðrarfeløgini fyrst. Nevndin í Róðrarsambandinum hevur fund í vikuni, og tá væntar hann, at ein avgerð fyriliggur.