Umráðandi at øll lata seg koppseta

- Álvarslig sjúka rakar nú serliga fólk, sum ikki eru koppsett og koppsett, sum hava aðrar sjúkur. Tí er umráðandi, at øll nú lata seg koppseta, sigur norski Fólkaheilsustovnurin.

 

Norski Fólkaheilsustovnurin veit at siga, at meiri enn helmingurin av teimum, sum vórðu innløgd á sjúkrahús við koronu í Noregi í viku 52, vóru ikki koppsett. 

 

Vikufrágreiðingini hjá stovninum vísir nevniiga, at 54 prosent av teimum innløgdu høvdu ikki latið seg koppseta.

 

43 prosent av teimum innløgdu vóru koppsett, harav ein triðingur eisini hevði fingið triðju koppseting. Bólkurin av teimum koppsettu hevði eisini ein hægri miðalaldur, umframt av flestu teirra høvdu aðrar sjúkur. 

 

Sambært norska Fólkaheilsustovninum hevur ein øking verið í innleggingum av fólki í aldursbólkinum, 30 til 44 ár, og frágreiðingin hjá stovninum vísir eisini, at tað er delta-frábrigdið, sum fyllir mest í innleggingunum.

 

- Álvarslig sjúka við covid-19 rakar nú serliga fólk, sum ikki eru koppsett og koppsett, sum hava aðrar sjúkur. Tí er umráðandi, at øll nú lata seg koppseta, siga tey í norska Fólkaheilsustovninum.