Lýsingafyritøkan Sansir fegnast um, at fólk hava verið jalig um marknaðarføringsætlanina av Føroyum, sum bleiv løgd fram fyrr í dag.
- Tá mann ger eitt slíkt brand, sum vit hava lagt fram í dag, hevur tað stóran týdning, at tað verður væl móttikið av teimum fólkunum, sum brandið skal fortelja søguna um, sigur Tór Verland Johansen, kundastjóri í Sansum.
- Uttan undirtøku frá føroyingum er torført at marknaðarføra seg uttananlands við hesum brandinum, sigur hann.
Hugskotið handan nýggja brandið er sprottið úr drúgvum arbeiði, har eitt nú kanningar, rapportir og spurnarbløð hava verið nýtt.
Við slagorðunum unspoiled, unexplored og unbelievable skulu Føroyar í framtíðini marknaðarførast.
- Vit spurdu yvir 5000 fólk, sum hava verið í Føroyum, hvussu tey vildu lýsa Føroyar. Tá vóru tað serliga orð so sum unbelievable og untold stories, sum vóru afturvendandi, sigur Tór Verland Johansen og vísir á, at hetta er høvuðsorsøkin til slagorðini í nýggja brandinum.
- Brádliga fóru vit at hugsa, hvat um vit søgdu unspoiled, unexplored og unbelievable í marknaðarføringini, tí tað sigur nakað um, hvat føroyar hava at bjóða, greiðir Tór Verland Johansen frá.
Hoyr alla samrøðuna við Tór Verland Johansen við at trýsta á pílin undir myndini.