Umráðandi við føroyskum umhvørviskjaki

Tað heldur danski umhvørvismálaráðharrin, Connie Hedegaard, sum hevur verið á vitjan í Føroyum í vikuni.

Á vitjan síni hevur Connie Hedegaard havt fund við løgmann og onnur umboð fyri landsstýrið. Tá ið vit hittu danska umhvørvismálaráðharrin hósmorgunin, hevði hon júst verið á fundi við løgmann, og harumframt hevði hon í sama viðfangi fingið frágreiðing um ætlanirnar hjá Sp/F Røkt í Vestmanna um vind- og vantorkuframleiðslu, og um alduorkuverkætlanina hjá Seawave.

Neyðugt at hugsa øðrvísi
Connie Hedegaard helt báðar tær føroysku verkætlanirnar verða áhugaverdar, og hon heldur, at tað er umráðandi, at vit hugsa um nýggjar orkuvegir í hesum døgum.
- Vit síggja jú í dag ein óhugnaliga høgan oljuprís, og tí hevur tað ongantíð áður havt so stóran týdning at hugsa øðrvísi, tá ið tað snýr seg um orku, sum í dag. Men hesar báðar ítøkiligu ætlanirnar havi eg ikki førleika til at gera tær heilt stóru viðmerkingarnar til, sigur Connie Hedegaard.
Danski umhvørvismálaráðharrin fegnast um føroysku verkætlanirnar, tí hon heldur tær verða eitt tekin um, at tað er eitt ávíst føroyskt umhvørviskjak, og tað hevur stóran týdning fyri samfelagið, sigur hon. Hinvegin heldur Connie Hedegaard, at føroyingar eiga at hugsa um, at føroyska útlátið av koltvíiltu er 18 tons fyri íbúgvan, meðan tað er 13 tons fyri íbúgvan í Danmark. Hetta tal er ivaleyst í hægra lagi, um vit skulu fylgja Kyoto-avtaluni.

Hvør einstakur hevur ábyrgd
Sjálv heldur Connie Hedegaard eisini, at tann einstaki borgarin noyðist at taka ábyrgd og hugsa um umhvørvi í sínum gerandisdegi.
- Vit hava øll ábyrgd av umhvørvinum, og tí hevur tað eisini týdning, at vit hugsa um umhvørvi í gerandisedegnum, bæði á arbeiðsplássinum og heima við hús, sigur Connie Hedegaard.
Connie Hedegaard sigur, at eitt av endamálunum við vitjanini í Føroyum hevur eisini verið umrøtt nøkur viðskifti í dagliga samskiftinum og samstarvinum millum føroyska innlendismálaráðið og danska umhvørvismálaráðið.
- Vit gjørdu eina samstarvsavtalu í 2003, men tað hevur verið neyðugt at dagføra hesa avtalu, og tað hava vit millum annað gjørt í sambandi við hesa vitjanina, sigur Connie Hedegaard at enda.
Danski umhvørvismálaráðharrin og fylgi hennara fór av landinum aftur seinnapartin hósdagin.