Súsanna O. Skaale fegnast um, at bókin Um bara hann sló meg kann vera við til at hjálpa harðskapsraktum kvinnum. Sjálv heldur hon, at júst tað, at kvinnurnar lesa um nakað, sum hendir í teirra egna samfelag, er við til at økja fokus á evnið.
- At lesa um lagnur, sum fara fram í tínum egna landi, býi ella nærumhvørvi ger, at evnið er relevant. Eisini havi eg upplivað, at fleiri kvinnur fáa eina aha-uppliving, tá tær lesa bókina, tí fleiri hava sagt, at tær vistu ikki frammanundan av, júst hvat harðskapur í einum parlagi er, sigur Súsanna O. Skaale.
Ein trupulleiki í samband við kvinnur, ið eru harðskapsraktar, er, at kvinnurnar mangan ivast í, hvørt tær eru fyri harðskapi ella ikki.
- Ofta hava tær trupult við at skilja millum, nær partnarin bara er drøjur og so nær talan er um harðskap. Tær vita ikki altíð, hvussu nógv tær skulu góðtaka, greiðir Súsanna O. Skaale frá.
Hon heldur, at bókin hjálpir kvinnum at innsíggja, at harðskapur verður framdur á ymsar hættir.
- Vit skilja ofta harðskap sum nakað ítøkiligt, sum til dømis eitt blátt eyga ella okkurt slíkt, men vit gloyma at harðskapur eisini kann vera av sálarligum slag, og tað er nakað, sum eisini kemur fram í bókini, sigur Súsanna O. Skaale, sum tekur undir við leiðaranum í kvinnuhúsinum, um týdningin av, at harðskapsraktar kvinnur kunnu kenna seg aftur í frásagnunum í bókini.
- Tað er umráðandi, at hesa kvinnurnar síggja, at tær ikki eru tær einastu, sum uppliva harðskap, og at tað ber til at koma úr støðuni. Eg haldi, at frásagnirnar í bókini kunnu geva teimum árræði til at broyta støðuna, tær eru komnar í, sigur Súsanna O. Skaale og leggur afturat.
- Eg havi upplivað, at kvinnur venda sær til Kvinnuhúsið við bókini í taskuni, har tær síðani blaða upp í bókini og peika á eina av søgunum og siga, at tær kenna seg aftur í júst tí døminum. Tað er rørandi, sigur Súsanna O. Skaale.