Tað er ein sannroynd, at prátið og keglið upp undir hetta býráðsvalið hevur ikki verið av tí mesta. Víst hevur minnilutin roynt seg við skuggaboksing og fantasiríkum ræðumyndum, sum onki hava upp á seg, men annars hevur verið mestsum kvirt. Ymsar gitingar eru um, hví so er. Ein er, at fólk eru troytt av politikki eftir fleiri val seinasta árið. Ein onnur meting er, at politikkurin hjá okkara býráðssamgongu seinastu fýra árini er so væl frágingin, at fólk yvirhøvur eru nøgd við frambrotini og tænastuna, sum kommunan nú veitir. Hendan seinna metingin er sjálvandi hugalig hjá okkum, sum hava staðið við endan, men umráðandi er, at vit fáa staðfest hetta nøgdsemi við valborðið týsdagin. Tað er eisini ógvuliga umráðandi at fáa stuðul frá veljarunum til tær hugsjónir og ætlanir, sum vit hava fyri Tórshavnar kommunu í framtíðini. Vit leggja dent á at menna høvuðsstaðin, á trivnaðin hjá heildini og virðing fyri borgarunum á bygd og bý. Tekur tú undir við tí, vit hava gjørt, og tí, vit hava stungið út í kortið, fert tú á val týsdagin og atkvøður fyri valevni á Lista E, sum borgar fyri tryggari leiðslu. X við E.