Á fíggjarlógini fyri 1999, sum í dag er til 2. viðgerð í tinginum, er avlopið 125 mió.krónur. Eftir hvat skilst á teimum, sum hava skil fyri búskapi, verður mett, at yvirskotið í roknskapinum fyri 1998 táttar upp móti 400 mió. krónum.
Bjarni Olsen heldur, at tað, at vit fáa óvæntað stórt avlop í ár, hevur ikki uttan víðari við yvirskotið á fíggjarlógaruppskotið at gera.
Konsolidera samfelagið
Avlopið á fíggjarlógini er ov lítið, men um vit fáa størri avlop í ár, so er upplagt at nýta part av peninginum til at konsolidera samfelagið.
Tað hevur týdning at hesin peningur ikki verður brúktur, tí so setir hann bert enn meira ferð á búskapin, sigur Bjarni Olsen.
Gjalda skuld ella
seta á bók
Hann heldur tað vera skilabest at brúka avlopið til at gjalda skuldina við ella at hava peningin tøkan, um tað ikki fer at ganga so væl í hond næsta ár.
Eitt óvæntað stórt yvirskot í ár, hevur ikki uttan víðari nakað við fíggjarlógina at gera. Hesin peningur er komin í góðum fiskiári, og tí er avlopið vorðið enn størri.
Spurningurin er bert, hvat politiski myndugleikin vil, men tað ivaleyst eru fleiri, sum vilja brúka peningin.
Tað er onki gott hugskot at skunda meira undur búskapin, tí virksemið er ivaleysa stórt sum er, og vit hava stóra skuld at berjast við.
Um búskaparfrøðingar nú siga, at vit kunnu vænta størri yvirskot næsta ár, so lýsir fíggjarlógaruppskotið ikki nóg væl, hvat vit veruliga kunnu vænta okkum. Um vónirnar eru størri, so er bert væl, tí so merkir tað,at vit fáa tað yvirskotið, sumvit og fleiri onnur hava mælt til.
At standa ímóti við
Umráðandi er ikki at brúka peningin, men at hava hann at standa ímóti við, um tíðirnar broytast, sigur Bjarni Olsen.
Tað liggur í kortunum at almenna skuldin er ov stór, og tí hevði verið skilabetri at niðurgjalda skuld, ella at byggja upp fyri fíggjarogn, tvs. seta peningin til viks.
Vit tú hervið halda, at at metingarnar í fíggjarlógini eru órealistisk lágar?
Eg eri ikki so vísir í, at tær eru so lágar, tí neyvan fara fiskiskapur og prísir upp, í mun til í ár, sigur Bjarni Olsen










