Umrøða nýskapan og vitan

Serkøn fólk fara at meta um, hvar Norðurland standa við byrjanina til 21. øld, tá Norðurlandaráðið skipar fyri evnisráðstevnu í Keypmannhavn.

Ráðstevnan verður hildin í fólkatinginum mánadagin og týsdagin, og millum tey, sum fara at røða um hesi viðurskifti eru Helga Nowotny, professari, Bertel Haarder, næstformaður í Europaparlamentinum, Jón Sigurðsson, stjóri í norðurlendska íløgubankanum, og Erkki Ormala, stjóri í Nokia.

Nýskapan og vitan eru avgerandi fyri vælferð og inntøku hjá einum landi og øki. Hvussu standa Norðurland í hesum høpi, og hvussu verður gjørt fyri at styrkja og menna Norðurlond sum eitt vitanar- og menningarøki.

Undir ráðstevnuni verða norðurlendsku virðislønirnar fyri tónleik og bókmentir handaðar ávíkavist Kaija Saariaho úr Finlandi og Henrik Nordbrendt úr Danmark.

Føroyskir tingmenn verða eisini umboðaðir á ráðstevnuni. Frá Norðurlandanevndini luttaka Jógvan við Keldu og Dan Reinert Petersen, og fyri Útnorðurráðið luttekur formaðurin Jógvan Durhuus.