Leygardagin 19. novembur savnast kirkjuráðslimur í Norðoyggjum til evnisdag í Árnafirði.
At savnast til fundir í Árnafirði var gamalt. Omanfyri bygdina er gamli tingstaður norðinga, uppi á Køtlum. Nú eigur kirkjan tørnið.
Hugskotið við einum kirkjudegi er roynt aðrastaðni í landinum, har kirkjuráð møta til ein evnisdag. Ymiskt verður á skránni, kirkjulig viðurskifti verða umrødd.
Uni Næs, dómpróstur, hevur fyrilestur um evnið Hvat merkir tað at vera kirkja í dag?
Eftir døgurðan hugleiðir Jógvan Fríðriksson, biskupur, um evnið Hvussu møta vit framtíðini í hesum báðum prestagjøldunum?
Dagurin endar við eini guðstænastu við altargongd í Árnafjarðar kirkju, har Jógvan Fríðriksson prædikar.