Umrøða eykaskatt í Íslandi

Íslendingar við rímiliga góðari inntøku kunnu vænta sær eykaskatt, tí ríkiskassin hevur tørv á meiri pengum Tað er ikki óhugsandi, at íslendingar við ríniliga góðari inntøku sleppa at rinda eykaskatt.

Teir seinastu dagarnar hevur stjórnin í Reykjavík tingast um tillagingar í verandi fíggjarlóg, og Steingrímur J. Sigfússon, fíggjarmálaráðharri, váttaði fyri sjónvarpinum fyrrakvøldið, at eykaskattur er eitt evni, sum verður umrøtt.

Hann nevndi einki tal, men sambært sjónvarpinum er ætlanin at leggja átta prosent eykaskatt á tey, sum forvinna meiri enn einar 35.000 danskar krónur um mánaðin.

Sambært fjølmiðlunum viðger stjórnin ymisk tiltøk, sum skulu økja inntøkurnar hjá ríkiskassanum tey næstu trý árini, og væntandi verður vðgerðin í stjórnini liðug í hesari vikuni.