Varðin hevur mangan verið útskeldaður. Í seinastuni eru nógv, sum hava vent honum bakið. Tó hevur Varðin ein yvirháling, og hann er nógv betur sniðgivin enn seinastu 20 árini.
Í hesari útgávuni eru yrkingar, søgur, greinar, ummæli og samrøður í Varðanum. Besta tilfarið í blaðnum er helst stuttgøgan hjá Sámal Soll, samrøðan við Einar Már Guðmundsson og greinin hjá Kim Simonsen um ímyndirnar av okkum her norðuri gjøgnum søguna. Nógvar av yrkingunum eru beinleiðis vánaligar, og týdda tilfarið er alt ov tilvildarliga valt. Somuleiðis eru viðmerkingarnar hjá blaðstjóranum nakað, sum ikki burdi verið við, skrivar Vónbjørt Vang í Mentan.
Tann jaligi parturin
Vónbjørt Vang metir, at samrøðan við Einar Már Guðmundsson eftir Berg Rønne Moberg er áhugaverd og væl sett upp við nógvum myndum. Sum heild ein long og áhugaverd samrøða um at vera uttandura, sum ber heitið »Krynikusamfelagið og slottið í høvdinum«.
Í mun til tankarnar hjá Íslendska rithøvundanum, stendur greinin hjá Kim Simonsen kanska sum ein viðmerking. Hann skrivar m.a:
-Føroyska sjálvsmyndin var soleiðis skapt av at brúka eina ecrosentriska romantisering av at vera ein sokallaður tíðarlummi – eitt land ella eitt »shire« uttanfyri modernitet… Vit síggja enn romantiska sambandið millum ímyndina av náttúruni og samleikan hjá føroyinginum. Í øllum lýsingum siga tey Føroyar vera »órørdar av tíðini«…
Frá jaliga partinum, flytir Vónbjørt Vang seg yvir í neiliga partin.
Tann neiligi parturin
- Ikki er nógv gott at siga um restina av innihaldinum í Varðanum. Nógvar yrkingar eru bæði vánaliga og púra ókendar. Hvar blaðstjórin hevur gravað tær upp, er ikki gott at vita? Spyr Vónbjørt Vang.
Eisini er hon illa nøgd við, at blaðstjórin ikki tekur lesaran í álvara. Hetta er eyðsýnt í øllum, hann skrivar.
Samanumtikið er umleið helvtin av Varðanum verd at lesa, hin burdi ikki verið við.
- Tað er synd fyri Varðan, at alt hatta buldrið og tvætlið skal vera við og arga fólk, skrivar Vónbjørt Vang at enda.
Les alt ummælið í blaðnum Mentan.