Ummælari: Onkuntíð skuldi mann gjørt eina totala top of the pops Ólavsøkuframsýning

Tað er nokk so herligt at kuratera eina framsýning uppá handan mátan, t.e. bæði óruddiligt og sjenerøst, skrivar Kinna Poulsen í ummæli av Ólavsøkuframsýningini 2023.

Kinna Poulsen, listaummælari, hevur á listaportal.com eitt ummæli av Ólavsøkuframsýningini 2023.

 

Hon sigur m.a. soleiðis:

 

"Nakað nógv av minni týdningarmiklum verkum eru við á framsýningini og uppsetingin kundi somuleiðis tikið betur kvalitativ atlit til einstøku verkini, men samanumtikið er støðið á Ólavsøkuframsýningini høgt og so er tað nokk so herligt at kuratera eina framsýning uppá handan mátan, t.e. bæði óruddiligt og sjenerøst. Okkurt er hent við list í hesari øldini, ið hevur flutt alt listaøkið – eisini listamóttakarin á eitt hægri støði. Tað er eitt møguligt svar til viðmerkingina, eg fái um, at eg ikki eri eins hvøss og negativ sum eg plagdi at vera í mínum ummælum. Støðan er heilt einfalt ikki líka skramblut sum hon var. Tað er hugvekjandi, at sjálvt um eg kann telja upp í fleiri hendur av góðum og týdningarmiklum listafólkum, sum IKKI eru við á Ólavsøkuframsýningini og sjálvt um allir framsýnarar á ÓF23 neyvan eru ella verða myndlistafólk, ja, so sýnist heildin áhugaverd og væl hugsað. Framsýningin er inspirerandi sum slíkar skulu vera tað og fáa meg at hugsa, at onkuntíð skuldi mann gjørt eina totala top of the pops Ólavsøkuframsýning"

 

Alt ummælið kann lesast á www.listaportal.com, og har eru eisini fleiri myndir.