Ummælari: Markleys Eivør

Hon er eitt djór. Hon hevur tenn. Hon lúrir í myrkrinum sum ein krokodilla í díkinum, tá bara ansnu eyguni daga undan vatnskorpuni,. Hon er fjøldin, sum er komin í Norðurlandahúsið at lurta eftir Eivør, at tyggja hana við øllum sínum vónum og væntanum um at uppliva Eivør júst soleiðis sum mann kennir hana best.skrivar ummmælari eftir konsertina hjá Eivør í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið.

Kinna Poulsen, ið umrøður list, var á konsert við Eivør fríggjakvøldið, og hon er hugikin av framføsluni.

 

Hon hevur skrivað ummæli á listaportal.com:

 

Hon er eitt djór. Hon hevur tenn. Hon lúrir í myrkrinum sum ein krokodilla í díkinum, tá bara ansnu eyguni daga undan vatnskorpuni. Hon er fjøldin, sum er komin í Norðurlandahúsið at lurta eftir Eivør, at tyggja hana við øllum sínum vónum og væntanum um at uppliva Eivør júst soleiðis sum mann kennir hana best. List er á ein hátt tað øvugta av tí, sum mann kann forvænta. List er at leypa á bláman uttan trygdarnet. At selja bláseym, tá tú ætlaði at keypa smør. Tað er ein avbjóðing - ikki minst tá vígvøllurin er tann áh so lætta og grunna poppsjangran. Tú heldur teg hava bílagt ein ljósareyðan candyfloss og fært ein bunka av mold og ein spaka, sum av sær sjálvum fer í gongd við at grava djúpt.

 

Soleiðis byrjar Kinna Poulsen ummælið.

 

Og Kinna sigur seinni í ummælinum:

 

At siga, at Eivør Pálsdóttir er dugnalig og syngur væl er sum at siga, at Mona Lisa hjá Leonardo da Vinci er ein pen mynd ella at Eiffeltornið er ein ókey skeg bygningur. Tað er í grundini ein avbjóðing at lýsa hvussu framúr væl Eivør syngur. Hon hevur altíð sungið fantastiska væl og nú ber av. Hon tykist markleys.

 

Alt ummælið kann lesast her: Markleys Eivør — Listaportal