21. oktober fingu allar viðkomandi nevndir løgtingsins fíggjarlógaruppskotið fyri ár 2000 til ummælis.
Nýggjur arbeiðsháttur í løgtinginum ger tað nevniliga á hesum sinni fyri fyrstu ferð møguligt hjá ymisku nevndunum at gera egnar viðmerkingar til tær greinar á fíggjarlógini, ið umfata teirra málsøki. Fyrr var mannagongdin tann, at einans fíggarnevndin viðgjørdi fíggjarlógaruppskotið.
Í gjár skuldu allar nevndir vera lidnar at ummæla fíggjarlógaruppskotið, sum í dag skal latast fíggjarnevndini.
Ummælini frá nevndunum eru tó bert vegleiðandi, og er skipanin enn tann, at tað er fíggjarnevndin, ið hevur ta tungu gjøgnumgongdina av fíggjarlógaruppskotinum.
Fíggarnevndin hevur havt fund annan hvønn dag seinastu tíðina um . Men hon er kortini ikki farin í dýpdina við nøkrum máli í fíggjarlógaruppskotinum enn. Bjarni Djurholm, fíggarnevndarformaður, sigur, at farið verður í dýpdina við ymisku greinunum, nú ummælini koma frá ymisku nevndunum.
Tað er inntøkuparturin á fíggarlógini, sum higartil hevur verið mest viðgjørdur í fíggarnevndini, og síðani hevur nevndin eisini havt fundir við lánistovnar, búskaparráðið og landsbankan. Slíkar stovnar, ið eru við at lita búskapin, men sum kortini ikki hava egna grein á fíggjarlógini.