Eyðun Joensen, sálarfrøðingur
-----
»… og orðið var orð og tók í menniskjum búgv…«. Soleiðis ljóðar annar okkara jólaboðskapur.
Orð, mál og annar boðskapur í mynd og ljóði eru sum samskiftisamboð í veruleikanum mentalur aðalmunur millum menniskju og (onnur) djór.
Við orðum, ljóði og myndum kunnu menniskju greiða frá og luta við onnur góðar og vondar royndir, vitan, upplivingar og kenslur, samskifta um farnar tíðir, nútíðina og ætla um frameftir.
Millum ár og dag kann so mangt reka fyri sál og sinni, bert vit ómaka okkum at lata upp eygu, oyru og aðrar sansir.
Í seinastuni kunnu tvinni góð dømi vera tikin fram úr rúgvuni.
Holocaust:
Annað er útvarpssendirøðin Vitan, har Sólstein og Rólant í Skorini í fýra umførum hava skift orð um Holocaust og aðrar skipaðar mannavondar illgerðir.
Sendirøðin var sera áhugaverd og væl frágingin.
Rólant í Skorini er ikki hvør sum helst, men væl og víða belisin, greiður og væl skorin fyri tunguni. Hann kom víða og sera væl um, bæði søguliga og ikki minst sálarfrøðiliga um hetta, at vísa seg, ófatuliga fyribrigdi, sum vísir seg at stinga seg upp víða hvar og til allar tíðir, tá , at vísa seg, annars mentað hampafólk kasta saman at fremja ófatiligar, væl skipaðar illgerðir og t.d. fremja mannatýning og beinleiðis fólkamorð, sum var tað slíkum í sjálvum sær ein góð søk.
Ein afturvendandi spurningur er her, um fólk eru eisini grundleggjandi ónd, um summar mannaskaptar skipanir eru óndar ella bæði tvey.
”…og frí okkum frá tí ónda” lærdi sjálvur meistarin okkum at biðja morgum , kvøld og annars eftir tørvi, sum var tað ónda í okkum so stríggið at temja.
Hóast sendirøðin dúvaði einamest upp á orð, tó við onkrum vælvaldum stemningsljóðum afturvið, so fangaði sendingin ómetaliga væl og veldi til undran, umhugsni og egnar spurdómar.
So er, tá tá útvarp gjøgnum orðið er allar best, og tøkk fái tit báðir fyri tað.
Sár á sál:
Hitt dømi mítt um kveikjandi upplivingar er leikurin ”Sár á sál” á Tjóðpalli Føroya, har leikrit, leikstjórnan, framførsla og pallsnið í álvarsleiki gingu upp í eina hægri eind millum orð, ljóð- og myndaupplivingar. Sera sterkar og nemandi upplivingar, hóast leikurin fyri tað á ongan hátt var yvirspældur, men loyvdi áskoðarum at gera sínar egnu, persónligu hugmyndir.
Soleiðis eru leikir, tá teir eru bestir.
Gamaní eru valdu dømini kanska í so døpur og álvarakend, men í annars javnt liðugtsnikkaðum og ”fast-food”-kendum miðlameldri sakar tað ikki onkuntíð at kunna sita ”sum undir lestri” og aftaná hava nógvar egnar spurdómar at gruna víðari um.










