Ummæli av listaframsýningini "Post-modernisma í 21. øld" í Listaskálanum!

Heri Simonsen

 

Undirritaði var millum tey fáu útvaldu her á landi, sum fekk tann stóra forrætt at verða við til listaframsýningina "Post-modernisma í 21. øld". Talan var um eina 1-dagsframsýning har Listaskálin skygdi í blálýsi hendan morgunin. Skundaði mær tí at skriva nøkur "diktat" um framsýningina! Tað vísti seg, at næstan øll "motivini" vóru svørt/hvít. Tó fór málningurin "framløga" totalt yvir í svart. Málningurin sum hongur best eftir í minninum var tann av Christian 4. kongi, hesin eitur: "Vi alene vide", og fylti hann rættuliga nógv í framsýningini. Í tí eina førinum var talan um ein sera koloristiskan málning, nevnliga motivið: "Upplestur". Motivið sum setti flest spor var málningurin: "munnkurv", hetta var ein ordans gysari-málningur! Listamaðurin hevur ein sera mono-logiskan sans, og trýr upp á egnan mátt og evnir, har tað sum málað verður er uttan feilir og lýti. Ein málningur hekk uppiyvir øllum hinum, og var tað motivið: "Sandur í Afrika".

So at siga øll motivini høvdu ein sera greiðan boðskap, tó ikki tann eini málningurin, sum var "addressuleysur". Men tað er ikki nakað, sum man skal reklamera fyri! Ein sera dramatisk framsýning, har tað klappaði væl!