Føroyski sangarin Beinir er við á útgávu hjá danskari songkvinnu, sum fær góð ummæli.
Dopha hevur í dag hevur útgivið plátuna »The Game«. Sum er hennara fyrsta útgáva.
2020 var eitt hendangarríkt ár hjá Dopha. Unga danska songkvinnan og sangskrivarin útgav fleiri stakløg, sum vóru nógv spæld á donskum útvarpsrásum. Lagið »Happy For Me« náddi næstfremsta plássinum á danska Airplay-listanum og lá í topp-10 í tíggju vikur á rað. Lagið hevur eisini verið væl umtókt í Týsklandi.
Til nýggju útgávuna hevur Dopha sent boð eftir einum føroyskum sangara at hjálpa sær við einum sangi. Tað er Beinir, sum syngur við á sanginum »I’m Not Crying, You Are«, ið er ein lívligur og fangandi poppsangur.
Tónleikatíðarritið Gaffa ummælir í dag útgávuna, og har lata tey væl. »The Game« fær fimm av seks stjørnum, og nógv rósandi orð eru til Dopha. Beinir fær eisini góð orð við á vegnum, hóast ummælarin viðurkennir, at hann ánar ikki, hvør hesin sangarin er.
»Dopha riggar eisini væl á meira lívligum og stuttligum sangum sum »I’m Not Crying, You Are« – ein lítil, fittur sangur, sum bara verður betur av, at ein ókendur maður, Beinir (seriøst, hvør er hann?) syngur við.«
Samstarvið millum Dopha og Beinir kom í lag ígjøgnum donsk tónlistafólk, sum tey bæði hvør í sínum lagi hava arbeitt saman við. Beinir hevur verið við at skriva sangin, sum hann luttekur á.
Frálíki poppsangurin kann hoyrast her:
##med2##











