Ummælari: Eg ivist ofta í mínum niðurstøðum

Fríggjadagin 19. mars klokkan 13 fer Paula Gaard at verja sína ph.d.-ritgerð, sum eitur "Verjurøða ummælarans - sjálvsmyndan í føroyskum bókaummælum 1997-2007", sum viðger ummæli av føroyskum føgrum bókmentum, skrivað í føroysk bløð og tíðarrit. At viðgera ummæli sum sjálvstøðugt tekstaslag hava vit ikki gjørt tað nógva av her um leiðir. Vit hava fyri tað mesta brúkt ummæli sum eitt slag av hjálpartekstum í sambandi við bókmentagransking annars. - Fyri meg er ritgerðin hjá mínum góða starvsfelaga, Paulu Gaard sera spennandi og eg eri eisini sloppin at lesa hana. Hon er væl skrivað og áhugaverd og eg eri stolt av, at tekstir hjá mær verða mettir nóg áhugaverdir at viðgera. Út yvir hetta ætli eg mær ikki at at skriva um avrikið - tað er bæði ov tíðliga og ov tætt - fólk mugu sjálvi sleppa at gera sær egnar metingar við at lesa ritgerðina og/ella lurta eftir verjuni í Kongshøll ella á netinum, har verjan verður stroymd.
Soleiðis skrivar Kinna Poulsen, ummælari, í grein á listaportal.com.
Har umælir og umrøður hon jabnan mentan og list, men nú hevur hon skrivað um tað at ummæla.
 
Men ritgerðin hevur fingið meg at hugsa um mítt egna virksemi innan ummæli - Tað er so merkiligt við tíð. Dagar koma og fara og brádliga er tað ein lítil ævinleiki síðani mann gekk á universitetinum í Keypmannahavn tá í hálvfemsunum  og kom í samband við onnur bókmentaáhugað og listaáhugað ungfólk og síðan fór at skriva í Oyggjaskeggja og í kollegiiblaðið Thisis. Eg skrivaði um ymisk tiltøk, um yrkingar og um list. Fyrsta greinin á føroyskum, sum eg sjálv haldi okkurt er við, er eitt slag av eini rapport frá eini konsert og yrkingaupplestri í Samuelskirkjuni í 1997. Eg haldi tað var mest tað - eitt slag av rapportum ella frágreiðingum um tað, eg upplivdi, sum eg varpaði út, tá nú eingin annar gjørdi tað. Síðani havi eg skrivað og tosað nógv um list. Eg veit ikki hví, men haldi ikki tað snýr seg um at pallseta meg sjálva. Tað snýr seg um list, um myndir, yrkingar, sjónleikir, filmar o.a. Og tað er mest tí eg ikki kann lata vera júst sum eg ikki kann lata vera við at skriva hetta eg nú skrivi. Og kanska snýr tað seg eisini um at gera tingini uppá sín egna máta, sum eg í stóran mun havi kent meg noydda til m.a. við at fáa mær mína egnu heimasíðu. Kritikkur er eitt einsamalt yrki - tað eru løtur, har fólk eru samd við tær, men aloftast eru tey eitt sindur ósamd ella irriterað, tí mann hevur verið ov kritisk ella ov lítið kritisk. Tað ringasta er um mann sjálv er disponerað fyri iva og tað eri eg og ivist ofta í mínum niðurstøðum. Kortini royni eg at vera erlig og tað er einki lætt, tá mann alla tíðina veit hvat tað er, sum fólk vilja hava ein at siga ella skriva. Í so máta er eingin munur millum list og kritikk - tað er einki fyri at skriva ella siga tað, sum øll vænta og at endurtaka tað, sum einki vágar og einki flytir. Í so máta er tíðin løgin. Fólk renna og tuska og flyta dekk og ketur, men mentalt og intellektuelt skal tað helst vera lætt og yvirkomiligt innan fyri konsensus, skrivar Kinna Poulsen millum annað í greinini, sum sæst í fullari longd á listaportal.com.
 
Mynd: TORBJØRN OLSEN: UMMÆLARIN (2020)