Ummælarar ikki samdir: Eivør seks stjørnur í Gaffa

Danskir miðlar ummæla nú nýggju útgávuna hjá Eivør, ið nevnist Segl.

Í Føroyum eru fólk ivaleys um dygdirnar hjá Eivør, um metast skal eftir útseldu konsertunum, sum Eivør um vikuskiftið hevur í Norðurlandahúsinum.

Tó eru fólk í Danmark ikki á einum máli um nýggju útgávuna.

Thomas Treo á Ekstrablaðnum er ikki kendur fyri at eiga nógv rósandi orð - tað er í roynd og veru oftast sera langt millum jaligu ummæli hansara, og í so máta er onki nýtt undir sólini.

Hann gevur Eivør tvær stjørnur og metir, at Eivør bara ikki er nóg góð, og at ...at spille Kylie Minogue i uldsweater fungerer heller ikke for hende.

Hinvegin er danska tónleikatíðarritið Gaffa sera fegið um nýggju útgávuna hjá Eivør, sum fær fult stigatal, seks stjørnur, og sagt verður : Sublimt nyt fra færøsk alf.

Ivan Rod á Gaffa sigur m.a.:

Segl rummer så mange aspekter, så mange finesser, så mange momenter, at det – tro mig – har potentialet til at blive det mesterværk, som man også om ti og tyve år vil tale om og tage frem igen og igen.

Les ummælini her:

https://gaffa.dk/anmeldelse/145189/anmeldelse-sublimt-nyt-fra-faerosk-alf/

https://ekstrabladet.dk/musik/intlalbum/bare-ikke-dygtig-nok/8292333