Bragdligi og hittinorðaði metal-myndugleikin á danska blaðnum BT hevur í feskum ummæli av nýggju fløguni hjá Scorpions veruliga tikið týsku veteranarnar til sín. Humanity - Hour 1 fær fimm av seks stjørnum frá Steffen Jungersen. Steffen Jungersen hevur í skjótt 20 ár virkað sum rock- og metal guru á danska blaðnum BT. Ummælarin, sum eisini hevur verið við til at lagt tvær tær seinastu dagføringarnar av Dansk Rock Leksikon hjá Politiken til rættis, er kendur fyri at duga at taka til, og í sínum ummæli av 16. studioútgávuni hjá týska superbólkinum sparir danski orðasnillingurin ikki uppá krútið.
Humanity - Hour 1 kom út mánadagin 28. mei, og útgávan verður av Steffen Jungersen lýst sum tyngsta, harðasta og mest fullfígjaða verkið hjá Scorpions síðani Love At First Sting kom út í 1984. Sangurin The Game Of Life verður í huglagi, uppbygnaði og entusiasmu samanborin við víðagitna Rock You Like A Hurricane, og ummælarin metir at týska kvintettin við síni nýggju fløgu hevur sent eina rungandi vinarheilsu til gamla fjepparaskaran við sínum sterkasta útspæli í yvir 20 ár. Onnur løg, sum verða róst fyri framúrskarandi góðsku, tyngd og lívsgleði, eru m.a. Hour 1 og The Cross, har Billy Corgan, sum er oddamaður í The Smashing Pumpkins er gestasangari.
Hin vanliga popputi stjørnuframleiðarin Desmond Child hevur ikki megnað at køvt týska rockandan, sum við sannførandi spæligleði heystar fimm av seks stjørnum frá bilsna ummælaranum, ið av somu orsøk longu hevur bílagt atgongumerki til Sweden Rock Festival, har Scorpions - saman við eitt nú Aerosmith - er eitt av fýra høvuðsnøvnum.
Steffen Jungersen endar ummælið við orðunum - ?Humanity? Well, det hér er human herreklasse, d´herrer Scorpions. Tusind tak skal I have!?